NSÍ hevur skrivað undir við verjuskansa

Jákup Jakobsen verður eisini í NSÍ verjuni í 2021

Nú er tað greitt, at Jákup Jakobsen eisini í 2021 verður partur av NSÍ verjuni.

Undan síðsta kappingarári flutti Jákup Jakobsen av Skála og til Runavíkar og NSÍ. Tað var stór kapping um plássini í verjuni, men 27 ára gamli Jákup Jakobsen stóð seg so mikið væl, at hann var við í 23 dystum. Í øllum hesum dystunum var hann millum teir fyrstu ellivu. At hann eitt skifti var skaðadarvaður var orsøk til, at hann ikki spældi uppaftur meiri, enn hann gjørdi.

-Jákup er fallin væl til í felagnum, og hann stórtrívist í góða felagsskapinum. Nú fer hann saman við liðfeløgunum at gera sítt til, at úrslitið næsta ár verður uppaftur betri, enn tað var síðsta kappingarár.

Í 2020 endaði NSÍ næstfremst í landskappingini, og í steypakappingini rakk NSÍ hálvfinaluni.