NSÍ hevur skorað í Klaksvík

Hjalgrím var skjótur at revsa fyrrverandi liðfelagar sínar, tá høvið beyðst í Klaksvík í kvøld.

Harley Bertholdsen misti í uppspælinum, og so streyk Hjalgrím avstað, og tá hann spældi flatt inn til Øssur Dalbúð, hevði hesin lætt við at seta bóltin í netið.