NSÍ hevur møguleikan

NSÍ fær valla betri møguleika at vinna sær kærkomin sig til botnstríðið, nú teir fáa FC Suðuroy á vitjan

Í botnstríðnum slepst ikki und­an at nevna, at NSÍ hetta umfarið hevur besta møgu­leikan at vinna sær trý stig. Teir fáa nevniliga vitjan av av­gjørda botnliðnum, FC Suðuroy.
Eftir ein stríðan streym av stigum við kappingarársbyrjan og nakað væl út á kappingarárið, er NSÍ dragnað og hevur ikki verið ført fyri at ríva seg leyst av botnliðunum. Hetta hóast landsliðsleikarar sum Pól Jóhannus Justinussen og Viljormur Davidsen eru komnir til, og skulu runavíkingar nú mótprógva hugtakinum »never change a winning team«.
Hjá NSÍ kemur tað dátt við, at toppskjútti teirra, Klæmint Andrasson Olsen, mátti lata seg útskifta við fótskaða í U21-landsdystinum ímóti Danmark mikukvøldið. Tað er framvegis óvist, um hann gerst klárur til dystin.
FC Suðuroy spældi síðsta leygardag ein góðan dyst ímóti EB/Streymi, sum teir – hóast at hava verið á odda bæði 1-0 og 2-1 – taptu 2-4. Tað burdi givið teim­um størri trúgv upp á egin evni, men hinvegin kann tað eisini tykjast troyttandi at vera somikið nær við, men ongan­tíð ella sjáldan fáa nakað burturúr.
Gestirnir eru uttan Jón Krosslá Poulsen, sum er skaddur.