Sandoyingar fara eftir øllum at døma tómhentir suður aftur um fjørðin í kvøld.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki hevur NSÍ økt um leiðsluna, so hon nú er 3-0.
Hjalgrím Elttør skoraði triðja málið. Hann royndi við skoti úr brotsteiginum, og annars stinni Símun Rógvi Hansen var so óheppin at missa bóltin í málið.