NSÍ
NSÍ hevur ikki verið so nógv at hoyrt frá í vetrarsteðginum. Flestu spælararnir fara at halda fram í felagnum, sum er eyðkent av, at nógv teir flestu spælararnir eru uppvaksnir í NSÍ, og av at fleiri rættuliga ungir spælarar eru millum teirra, sum ætlast at skula stríðast um plássini á besta liðnum hjá Trygva Mortensen.
Í vikuskiftinum visti NSÍ heimasíðan at siga, at skjótt 25 ára gamli miðvingurin, Eyðfinn Fjalsbak, nú hevur gjørt avtalu við NSÍ um, at hann skal umboða felagið hetta kappingarárið.
Eyðfinn verður kortini ikki við í fyrstu venjingunum hjá NSÍ. Góða orsøkin til tað er, at Eyðfinn er til skips við Sundabergi, sum er í Barentshavinum. Nær Eyðfinn fer at hava møguleika at venja valdast um, nær Sundaberg verður heima aftur. NSÍ heimasíðan sigur seg rokna við, at hetta fer at verða um mánaðarskiftið januar-februar.
Eyðfinn Fjalsbak spældi í fjør við MB í 3. deild. Hann hevur tó royndir í bestu deildini. Í 2001 spældi hann við HB, og fleiri av hinum seinastu árunum hevur hann spælt við FS Vágum. Eyðfinn var í síni tíð á unglingalandsliðunum. Hann hevur roynt seg á fleiri plássum. NSÍ heimasíðan sigur seg skilja, at ætlanin er at royna miðvingin og skipsmannin í høgra borði á miðvøllinum - tá ið hann kemur aftur úr Barentshavinum.