NSÍ hevur framt bragd á Svangaskarði

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur tað eydnast einum føroyskum fótbóltsliði at megna javnleik ímóti einum liði úr bestu ensku fótbóltsdeildini. Einki er at ivast í, at hetta er besta avrikið, sum nakað føroyskt felag nakrantíð hevur framt í altjóða avbjóðingum.

NSÍ hevur í kvøld á Svangaskarði megnað málleysan javnleik ímóti Fulham, sum í fjør endaði á 8. plássi í Onglandi! Hóast samantalda úrslitið er 3-0 til Fulham, so er einki at taka seg aftur í, at talan er um eitt tað besta úrslitið nakrantíð í europeisku kappingunum fyri eitt føroyskt felag.

Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ, segði eftir síðsta bríksl, at hann metti avrikið og úrslitið í kvøld vera so mikið gott, at tað bara er kanska fimtanda hvørt ár, at eitt føroyskt felag røkkur sovornum úrslitum. Hann metti, at málleysi javnleikurin eigur at metast sum ein sigur.

Fulham hevði stóra yvirvág í spæli, og teir høvdu fleiri málmøguleikar. Men NSÍ var væl skipað í verjupartinum, og Andras Gango var sera stinnur millum stólparnar. Ì 1. hálvleiki hevði hann einar tríggjar meistarligar bjargingar.

Hóast onkrir av bestu spælarunum hjá Fulham ikki vóru á vøllinum, so var tað týðuligt, at gestirnir løgdu nógv fyri í royndini at vinna, men tað eydnaðist ikki, tí NSÍ megnaði at halda tørn, og tað var eitt av størstu avrikunum nakrantíð hjá føroyskum feløgum í altjóða kappingum.

 

NSÍ-Fulham 0-0

Dómarakvartett úr Sveis: Nikolaj Hänni, Manuel Navarro, Johann Vogel og Stephan Klossner

NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Helgi L. Petersen, Einar T. Hansen - Jann Martin Mortensen (Debes Danielsen, 85.), Jústinus R. Hansen, Christian Høgni Jacobsen, Mamuka Toronjadze (Árni Frederiksberg, 90.), Heðin á Lakjuni - Klæmint A. Olsen (Petur Pauli Mikkelsen, 90.+2.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Kristian Joensen, Magnus Pauli Sørensen, Magnus Olsen, Andrias á Líknargøtu

Venjari: Pauli Poulsen

Fulham: Mark Schwarzer - Stephen Kelly, Steve Sidwell, Brede Hangeland, Andrew Johnson, Philippe Senderos, Damien Duff, Dickson Etuhu, Bobby Zamora, Jonathan Greening, Matthew Briggs

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: David Stockdale, Rafik Halliche og Alex Smith

Venjari: Martin Joel

-

 

 

 

92 min.

Petur Pauli Mikkelsen er skiftur inn fyri Klæmint A. Olsen

 

--

 

90 min.

0-0

Árni Frederiksberg er skiftur inn fyri Mamuka. Dómarin hevur lagt tveir minuttir aftrat!

 

-

 

85 min.

0-0

Jann Martin Mortensen er farin av vølli, og í hansara stað er komin Debes Danielsen.

 

--

 

80 ,min.

0-0

NSÍ hevur havt sín einasta og harvið størsta møguleika. Klæmint A. Olsen var á rangstøðumarkinum, tá ið hann slapp leysur og við ferð fór inn í brotsteigin, men skotið fór við síðuna av málinum.

 

--

 

75 min.

0-0

Trýstið er kanska linkað eitt sindur síðstu løtuna. Fulham hevur framt tvær skiftingar. Tað boðar frá, at Martin Joel ikki er nøgdur við málleysa javnleikin, hóast Fulham vann 3-0 á heimavølli.

 

65 min.

0-0

Tað er framvegis málleyst, men tað hevur fleiri ferðir verið ógvuliga tætt við, at Fulham hevur fingið hol á. At tað ikki hevur eydnast ber við sær, at tað framvegis er intenst og spennandi.

Serliga eyðsýndur á NSÍ liðnum er veteranurin Helgi L. Petersen, sum hevur verið ógvuliga tryggur í miðverjuni.

--

 

Í fínum líkindum spæla NSÍ og Fulham á Svangaskarði í kvøld. Nú teir eru farnir at hvíla seg er støðan framvegis málleysur javnleikur. Fulham vann fyri viku síðani 3-0 á heimavølli ímóti NSÍ.

Sjálvandi hava gestirnir størri tyngd og breidd enn NSÍ, men tað er merkisvert, at teir gulu tora at bjóða av og spæla við ikki sørt av sjálvsáliti. Eingin ivi er tó um, at bestu spælarin hjá NSÍ í 1. hálvleiki var málverjin Andras Gango.

 

NSÍ-Fulham

NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Helgi L. Petersen, Einar T. Hansen - Jann Martin Mortensen (Debes Danielsen, 85.), Jústinus R. Hansen, Christian Høgni Jacobsen, Mamuka Toronjadze, Heðin á Lakjuni - Klæmint A. Olsen

Fulham: Mark Schwarzer - Stephen Kelly, Steve Sidwell, Brede Hangeland, Andrew Johnson, Philippe Senderos, Damien Duff, Dickson Etuhu, Bobby Zamora, Jonathan Greening, Matthew Briggs