Fótbóltur
Í kappróðrinum gekk ikki væl hjá vertunum á Skálafjørðinum. Hvørki so ella so. Men í fótbóltinum bjargaði NSÍ stevnuhýrinum hjá teimum, sum hildu við heimaliðnum. Áskoðarafjøldin var ikki serliga stór, tá ið havt verður í huga, at talan var um stevnudyst, og tá ið viðhaldsfólkini hjá EB/Streymi vóru lutfalsliga mong.
Fyri fimtu ferð á rað fór NSÍ av vøllinum uttan at hava tapt. Teir vunnu 1-0, og sigursmálið fingu teir miðskeiðis í 1. hálvleiki. Miðvallarin Ian Højgaard átti síðsta fótin á. Eftir uppspæl í høgru legði Helgi L. Petersen innfyri, og við handara stólpan fekk Ian høvi at geva sær tíð við temjingini, áðrenn hann sendi bóltin í málið aftanfyri Gunnar á Steig.
Fótbóltsspælið var ikki nakað at reypa av. Alt fyrra umfarið og eina løtu av seinna hálvleiki var NSÍ meiri ágangandi. Teir vunnu nógvar nærdystir, og teir tóktust leingi vera eitt sindur skjótari enn mótstøðumenninir.
Teir ungir spælarar vóru í sentralum leiklutum hjá NSÍ. Jústinus R. Hansen hevur ? fyribils í hvussu so er - vunnið kappingina um miðvallarpláss við Kára Hansen, og Andy Olsen var aftur hesa ferð á toppinum í eitt sindur fleksiblu 4-3-3 uppstillingini.
Oftast vóru NSÍ álopini sambært somu uppskrift, sum tey so ógvuliga ofta hava verið í langa tíð. Sjúrður Jacobsen royndi at leggja diagonalbóltar úr vinstru. Esmar Eiðisgarð ansaði Helga L. Petersen, sum var ytstur í høgru í NSÍ álopinum. Tað kom EB/Streyma maðurin sum oftast væl frá, og tað gjørdu Jóhann á Stongum eisini, tá ið hann loysti av síðstu løtuna. Men ta einu ferðina megnaði Helgi at leggja innfyri, og tað var nóg mikið til, at heimaliðið hevði øll stigini eftir við Løkin.
Í 2. hálvleiki var eina ferð um reppið, at NSÍ økti um munin. Gert Langgaard gjørdist leysur mitt fyri, men Gunnar á Steig bjargaði meistarliga væl.
Hetta var fjórða ferðin av fýra, at NSÍ vann øll stigini á heimavølli ímóti EBStreymi, og hetta var triðja ferðin seinastu trý árini, at EB/Streymur fór til hús uttan at hava skorað eitt tað einasta mál í Runavík.
Sorin vandamikil
Hjá EB/Streymi mannaðu Knút Vesturtún og Gert Hansen miðverjuna, nú Fróði Clementsen og Pacek vóru burturfrá, og tað megnaðu teir báðir hampuliga væl. Leingi var fótbóltsspælið á sentrala miðvøllinum hjá EB/Streymi ikki nóg gott. Ov ofta var talan um langar sendingar, og tað hevði heimaverjan við Óla og Dánial Hansen í miðverjuni ikki stórvegis trupulleikar av.
Ætlanin og vónin hjá EB/Streymi var alla tíðina, at tað skuldi eydnast at raka Sorin Anghel, og kanska Sonna L. Petersen, sum við sínum skjótleika kundi verið hóttan ímóti gomlu liðfeløgunum. Í fyrra umfarinum eydnaðist tað mest sum onga tíð. Sum seinna umfarið leið legði EB/Streymur meiri fyri í álopspartinum, samstundis sum teir sleptu eitt sindur í verjuni.
Fótbóltsspælið gjørdist eisini betri, eftir at teir høvdu gjørt onkra útskiftingina. Merkisvert var tað, tá ið Marni Djurhuus, sum undanfarnu árini hevur verið millum teir stinnastu, varð skiftur inn. Hann er ein fínur fótbóltsspælari. Hann megnaði at taka bóltin niður og spæla einfaltt víðari. Tað er ikki altíð, at tað skal so nógv til fyri at seta skikk upp á spælið saman við eisini innskifta Nicu Dogaru..
Tað er at undrast á, at Marni ikki hevur størri leiklut alla tíðina hjá EB/Streymi, men tað hevur sína orsøk. Marni hevur mesta partin av hesum kappingarárinum verið plágaður av liðbandsskaða í fótliðnum. Hann hevur ikki fingið vant saman við hinum, og hóast hann hesa ferð var eyðsýndur ta løtuna, sum hann var á vøllinum, so sást tað væl, at hann framvegis ikki er heilt væl fyri.
Síðsta korterið var tað onkra ferðina um reppið, at Sorin Anghel gjørdist leysur. Hann megnaði at sneiða ein og tveir og kanska onkra ferðina fleiri mótstøðumenn enn so av sær. Men hetta nýtti hann nógva orku til, og so var ikki so nógv djús eftir, tá ið hann kom á brotsteigarmarkið og skuldi taka síðstu dragingina fyri at gerast heilt leysur ella kanska at verða feldur og harvið fáa brotssparkið.
Bestu EB/Streyma royndina í 2. hálvleiki hevði Knút Vesturtún. Uttarlaga úr brotsteiginum stútaði hann hart og væl eftir frísparksinnlegg úr høgru. Jens Martin toygdi seg upp í málhornið og endaði sjálvur í síðunetinum. Fyri hann og NSÍ kom tað væl við, at bólturin hesa ferðina fór út til hornaspark. Ikki stórvegis nærri enn tað tað kom EB/Streymur. Størsti vandin í NSÍ brotsteiginum var, tá ið NSÍ eftir EB/Streyma frísparksinnlegg úr vinstru var um reppið at gera sjálvmál við handara stólpan. Men einki spurdist burturúr, og tað kom væl við hjá stevnuvertunum.










