NSÍ- HB: Profilarnir hjá NSÍ eru við

Upptakt: Bæði Klæmint A. Olsen og Jesper Christjansen eru meldari tøkir til dystin í dag

Í dag klokkan 15 verður hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið millum NSÍ og HB. Dysturin verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík. Vinnari skal leygardagin spæla móti Víkingi í steypafinaluni, sum verður á Tórsvølli.

NSÍ var fyrsta liðið at vinna á HB í hesum kappingarárinum. HB svaraði aftur á Tórsvølli við sigri, áðrenn liðini spældu javnleik 2-2, somuleiðis á Tórsvølli. Hetta er eisini ein dystur millum nummar eitt og nummar tvey í landskappingini. NSÍ vann tepran 1-0 á Skála mikukvøldið, men NSÍ er eitt lið, sum tolir at vera undir trýsti. Tað nervaði ikki heimaliðið, tá Skála seinastu løtuni sendi langar bóltar inn í brotsteigin.

Stóri spurningurin verður um Klæmint A. Olsen og Jesper Christjansen verða tøkir. Teir eru tveir lyklaspælarar hjá NSÍ. Klæmint A. Olsen er toppskjútti liðskipari og undangongumaður, meðan Jesper Christjansen er ein týðandi partur av hart arbeiðandi miðvøllinum. Tað loysir eisini upp fyri at flyta runt upp á verjupartin og miðvøllin, tá hann er tøkur. Seinasta spældi Rógvi Egilstoft á miðjuni saman við Betuel Hansen. Nýggjastu boðini úr Runavík eru, at báðir eru tøkir til dystin í dag.

HB mundi rokið út móti 07 Vestur 

HB fekk av at vita á Dungasandi móti 07 Vestur. Eftir eitt leiðslumál tíðliga í dystinum, gekk ikki at fáa tað seinna. 07 Vestur svaraði aftur og javnaði við máli frá Ragnari Weihe. Tað endaði við brotssparkskapping, sum HB vann 5-4.

Hetta var ein ávaring til HB, um at FM-rúsurin nú má leggja seg, um HB skal hava nakran kjans móti NSÍ. Jens Berthel Askou hevði sett landsliðsspælararnar, Heðin Hansen, Adrian Justinussen og Bartal Wardum, á bonkin. Teir byrja helst inni móti NSÍ.

Dysturin verður spældur í Klaksvík, har HB vanliga trívist væl hvat úrslitum viðvíkur, men vøllurin er nakað minni enn á Ovara vølli og á Tórsvølli. Tað kann verða ein fyrimunur hjá NSÍ, sum hevur eina avbera sterka verju, sum nú skal verja eitt minni øki. Hinvegin er Petur Knudsen kringur og krevur ikki nógv pláss. Spennandi um HB velur at skifta til tríggjar í miðverjuni ella ikki. Her verður javnt millum liðini.

Løgmanssteypið – Hálvfinala:

Leygardagin:

Víkingur-B36 2-1

Sunnudagin:

NSÍ-HB (15.00) Beinleiðis á FM1