NSÍ gloymdi at spæla

1. deild: Og hjá HB er tað ein trupulleiki, at teir ikki hava so stóra tyngd í álopspartinum

NSÍ-HB 1-1 (1-0)


Tá Mortan Hansen hjá NSÍ eftir døgurða sunnudagin møtti til dystin móti HB, hevði hann fingið at vita, at hann skuldi sita á beinkinum. Men stutt undan dystarbyrjan komu nýggj boð. Orsøkin var, at Christian Høgni Jacobsen undir upphitingini kendi so mikið nógv til ein knæskaða, sum ofta áður hevur argað, at hann gav avboð.

Mortan Hansen var so í álopinum saman við Gert Langgaard og Jónsteini Petersen, og at Mortan spældi við, kom væl við hjá NSÍ.

Mortan Hansen setti hol á seint í 1. hálvleiki, og hann var ein av fáum NSÍ monnum, sum megnaði at vinna luftbóltar.

Leiðslumálið hjá NSÍ hevði nakað av rangstøðudeymi yvir sær. Undan síðstu sendingini úr høgru sá Gert Langgaard út til at vera eitt lítið vet innanfyri verjuna, og tá bólturin hevði verið hinumegin hjá Jónstein Petersen og varð sendur innfyri aftur, tóktist Mortan Hansen at vera í eini støðu, sum luktaði ikki sørt av rangstøðu. HB verjan tóktist rokna við, at dómarin fór at bríksla, men tá linjuverjin ikki hevði flaggið á lofti, valdi dómarin at bríksla fyri máli.

Frammanundan hevði NSÍ eina ferð veri tætt við, men Djóni N. Joensen stútaði hornasparksinnleggið úr høgru á tvørtræið.


Trýstu

Ion Geolgau visti, hvat hann vildi í Runavík. Hann hevði mest royndu spælararnar á vøllinum, og tað sá út til, at hann hevði givið boð um, at NSÍ menninir skuldu ikki hava náðir at vísa tað spælið sum í fjør var við til at taka øll stigini í Gundadali og harvið tók týdnigarmiklar lunnar undan meistaravónunum hjá HB.

Rói Árting var á miðvøllinum, har leikluturin hjá honum var at styrkja um samanspælið. Rúni Nolsøe arbeiddi alla tíðina sum ein hestur, Ingi Rasmussen hevði leiklutin sum ytsti miðvallarin í høgru, og Símun Eliasen var í hinum borðinum.

Stóri trupulleikin hjá HB var, at teir høvdu ov lítla tyngd í álopspartinum. Andrew av Fløtum, sum hesa ferð hevði fingið møguleikan í staðin fyri Jón Róa Jacobsen, og Bárður Mortansson arbeiddu nógv, men teir vóru ofta einsamallir í brotsteiginum, og tú hevði eina kenslu av, at tað ivaleyst fór at vera í deyðbóltsstøðu, at HB fór at fáa mál.

Soleiðis bleiv tað ikki, men tað var um reppið í sekundunum eftir, at NSÍ var komið á odda. Eftir horna úr høgru og eitt sindur av aftur og fram potaði Jóhannis Joensen á handara stólpan, og tað var einastu ferð, at Rúni Joensen rættuliga varð settur undir trýst í 1. hálvleiki.


Lá í luftini

Munurin í býtinum av trýsti var ikki eyðsýndur. Men stóri trupulleikin hjá NSÍ var, at teir tóktust óneyðuga imponeraðir av mótstøðumonnunum. Heimamenninir tóku sær ov lítla tíð til at spæla. Dánial Hansen stíddist á miðvøllinum, men tað eydnaðist honum ikki at fáa breidd í samanspælið, og tað komst ikki minst av, at Ian Højgaard stóð sera kámur í myndini.

Brynjolvur Nielsen og Sjúrður Jacobsen stóðu sterkir á vongverjunum, og Gert Langgaard arbeiddi væl, men í 2. hálvleiki var tað heilt langt millum møguleikarnar. Kortini sá tað út til, at Sonni L. Petersen, sum var innskiftur, avgjørdi, tá hann stútaði innlegg frá Gert Langgaard í kassan, men dómarin kolldømdi, tí linjuverjin hevði veittrað. Hann helt, at bólturin hevði verið uttanfyri.

HB trýsti í 2. hálvleiki fyri at javna. Teir høvdu ikki nógvar upplagdar møguleikar, men tað lá í luftini, at teir skuldu fáa mál.

Tá teir skoraðu tóktist NSÍ verjan ikki so væl skipað. Tað komst av, at ein av miðvallarunum ikki var tøkur ta løtuna. Rúni Nolsøe stakk inn ímillum, Andrew av Fløtum fekk tak á, gleið framvið málverjanum, og trillaði í tóma málið.

Sum tíðin leið tóktist tað sum um báðir partar ikki vóru heilt ónøgdir, veðrið var gott, og bæði NSÍ og HB hoyra framvegis til góða selskapið, sum ikki hevur tapt.


NSÍ-HB 1-1 (1-0)

1-0 Motan Hansen 38.

1-1 Andrew av Fløtum 68.


NSÍ:

Rúni Joensen ? Bryjolvur Nielsen, Arnfinn Langgaard, Kári Hansen, Sjúrður Jacobsen ? Dánial Hansen, Djóni N. Joensen, Ian Højgaard ? Gert Langgaard, Mortan Hansen, Jónstein Petersen


HB:

Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Florin Miháescu, Janus Joensen ? Ingi Rasmussen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Símun Eliasen ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum