? Málið hjá okkum er at blanda okkum millum fremstu liðini í fótbóltskappingini, og tað haldi eg, vit hava møguleika til, nú liðið er styrkt við trimum spælarum, umframt at vit eisini hava fingið nýggjan venjara og hjálparvenjara, sigur Hans Petur Ellingsgaard, formaður í leiðslubólkinum hjá NSÍ, nú stuðulssáttmáli er undirskrivaður.
Í seinastu viku skrivaðu NSÍ og umboð frá Tryggingarfelagnum Føroyar undir ein stuðulssáttmála, ið er galdandi í eitt ár. Sáttmálin fevnir um eina grundupphædd, men hevur eisini eina bonusskipan, so at NSÍ fær meira burturúr, jú hægri liðið endar á stigatalvuni í hesum kappingarárinum.
Hetta er fjórða árið á rað, at NSÍ og Tryggingarfelagið Føroyar samstarva við einum stuðulssáttmála, og tað ber boð um, at bæði feløgini eru væl nøgd við samstarvið, sum hevur verið.
Henry Olsen frá tryggingarfelagnum sigur, at tað fremur áhugan hjá teimum framhaldandi at stuðla felagnum, nú tað hevur styrkt munandi um hópin. Uppgávan hjá Tryggingarfelagnum Føroyar er so at skapa fíggjarligar karmar hjá felagnum at virka undir.
NSÍ hevur fingið tríggjar nýggjar leikarar, og teir eru Pól Thorsteinsson, sum kemur úr B36, og teir báðir runavíkingarnir Helgi L. Petersen og Óli Hansen, sum báðir hava spælt við GÍ í tvey ár. Venjari verður toftamaðurin Jógvan Martin Olsen.
Harumframt hevur NSÍ sett Áka Andreasen í starv sum samskipara, og hann skal bøta um raksturin og stýringina av sjálvum felagnum.
NSÍ er farið undir sjálva venjingina til komandi kappingarár, og eini 20-25 spælarar hava verið til venjingar.