NSÍ gjørt sáttmála við seks ungar spælarar

Seks spælarar millum 18 og 19 ár hava gjørt tvey ára sáttmála

NSÍ boðaði í gjár frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við seks ungar spælarar. Talan er um Steffan Løkin (18), Pætur Skipanes (18), Sølva Sigvardssen (18), Sjúrð Pauli Nielsen (18), Kára Hansen (19) og Atla Djurhus Petersen (18), sum allir hava skrivað undir tvey ára sáttmála við NSÍ.

 

– Hesir ungu spælarar hava allir havt sína dagligu gongd á næstbesta liðnum hjá NSÍ, ið endaði næstovast í 1. deild. Tað vil siga, at teir eru í veruleikanum klárir til at flyta upp í bestu deildina. Hóast 1. deildarliðið av givnum orsøkum ikki hevur møguleika at flyta upp, so hava hesir nú møguleikan at spæla seg inn á besta NSÍ-liðið, sigur Dánial Hansen, formaður í NSÍ við heimasíðuna hjá felagnum.

 

Ítróttarstjórin hjá NSÍ, Eyðstein Skipanes, sigur, at NSÍ leingi hevur arbeitt við hesi ætlan, og at seinasti sáttmálin við ungar leikarar ikki er skrivaður.

 

– NSÍ hevur altíð givið ungum monnum møguleikan á besta liðnum. Tað kann sjálvandi taka eina tíð, áðrenn 18 ára gamlir spælarar spæla seg fastar á besta liðið, men nú hava teir so møguleikan undir skipaðum viðurskiftum. Tað er nú upp til hvønn einstakan spælara at prógva, at høvuðsvenjarin eigur at geva teimum møguleikan, sigur Eyðstein Skipanes við heimasíðuna hjá NSÍ.

 

Sjúrður Pauli Nielsen og Pætur Skipanes fingu sínar fyrstu minuttir á besta liðnum farna kappingarár. Seinnnevndi var bara á vøllinum í fáar minuttir, tá hann skoraði sítt fyrsta mál.