NSÍ hevði trupulleikar við at gera sína skyldu, tá ið teir í dag fingu vitjan av botnliðnum AB. Eitt mál í síðstu løtu bjargaði runavíkingum.
Tað byrjaði annars sum tað skuldi hjá NSÍ, sum eftir hálvum tíma løgdu seg á odda við máli frá Sjúrði Jacobsen. Hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki spældi AB seg betur við, og tá ið ein tími var leiktur javnaði Allan Mørkøre fyri argjamenn.
Hetta var leingi líkt til at gerast endaliga úrslitið, men átta minuttir fyri leiklok var Jonhard Fredriksberg framvið, og tryggjaði NSÍ týdningarmikla sigurin.
NSÍ er nú trý stig frammanfyri B36 í oddanum av Formuladeildini. B36 hevur tó møguleikan at vinna seg uppá javnt við NSÍ aftur í morgin, tá ið teir fáa vitjan av Skála í Gundadali.
NSÍ - AB 2-1 (1-0)
1-0, Sjúrður Jacobsen
1-1, Allan Mørkøre
2-1, Jonhard Fredriksberg