Eftir ikki at hava verið í finaluni í fjør hevur NSÍ aftur tryggjað sær pláss í finaluni. Í 2015 tapti NSÍ 3-0 í finaluni ímóti Víkingi.
Í fyrra hálvfinaluni endaði tað 2-2 í Klaksvík, men í dag var eingin ivi. NSÍ flongdi KÍ 3-0 við Løkin í Runavík.
Stóri maðurin hjá NSÍ var enn einaferð Árni Frederiksberg. Hann átti innleggið, tá ið Klæmint A. Olsen mitt fyri málinum og púra leysur og uttan at fara upp frá og við høvdinum setti hol á. Og Árni Frederiksberg púra punkteraði dystin í seinna hálvleiki, eftir at KÍ í eina løtu hevði roynt at leggja trýst á fyri at javna.
At NSÍ legði seg framum 1-0 bar við sær, at tað var neyðugt hjá KÍ at skora í hvussu so er tvey mál. Tað eydnaðist ikki KÍ at skora. Tá ið álopsbogin varð spentur, var neyðugt at sleppa eitt sindur í verjupartinum, og tá var tað, at heimaliðið helt tætt í verjuni og megnaði at økja um leiðsluna bæði eina og tvær ferðir.
KÍ hevur ikki tapt síðani í stórsteypadystinum ímóti Víkingi. Fyrsta tapið síðani fyrst í mars mánað ber við sær, at KÍ er varpað úr steypakappingini. Í fjør var helmingurin av klaksvíkingum og norðoyingum á Tórsvølli og fegnaðist saman við spælarunum. Nú verður tað hjá teimum flestu frammanfyri telduna ella sjónvarpið, at tað fer at verða fylgt við í steypafinaluni leygarkvøldið 26. august.
NSÍ-KÍ 3-0 (1-0)
1-0: Klæmint A. Olsen 12.
2-0: Árni Frederiksberg 79.
3-0: Árni Frederiksberg 81.
NSÍ í finaluna við samantaldum 5-2 sigri.
Dómari: Eiler Rasmussen
NSÍ: Símun Rógvi Hansen - Tobias V. Olesen, Jens Joensen, Per Langgaard, Einar Tróndargjógv - Karl Løkin, Betuel Hansen (Haraldur R. Højgaard, 81.) - Bárður J. Hansen (Jann Benjaminsen, 71.), Pól Jóhannus Justinussen, Árni Frederiksberg (Jan Ó. Ellingsgaard, 88.) - Klæmint A. Olsen
Gult kort:
Venjari: Anders Gerber
KÍ: Kristian Joensen - Dion Splidt, Ahmed Mujdragic, Hørður H. Askham, Ísak Simonsen (Hjalgrím Elttør, 57.) - Jákup B. Andreasen, Semir Hadzibulic, Atli Danielsen (Steinbjørn Olsen, 85.), Jóannes Bjartalíð - Albert Adu (Jóannes K. Danielsen, 81.), Páll A. Klettskarð
Gult kort:
Venjari: Mikkjal Thomassen
Myndir frá dystinum