NSÍ fer illa við 07 Vestur

Avrikið og úrslitið síðsta sunnudag hevur kveikt undir vónina hjá teimum í 07 Vestur

Tølini ímóti gestunum í dag eru ræðandi hjá 07 Vestur. Í áttanda umfari vann NSÍ 4-0 á heimavølli, og tað var uppaftur verri hjá 07 Vestur 22. juli, tá ið NSÍ í fimtanda umfari fór úr Sørvági við 7-0 sigri.

 

Sunnudagin vann 07 Vestur eftir framúr undirhald 4-3 á heimavølli ímóti B36. Sigurin bar við sær, at tað framvegis er møguleiki fyri, at 07 Vestur skal sleppa av níggjunda plássi. Um tað skal eydnast, so er fyrsta treytin, at tað í dag eydnast at vinna á Dungasandi ímóti NSÍ og harvið gera upp við samantalt 0-11 í dystunum higartil í ár.

Álopsspælarin Ken Fagerberg er skaðadarvaður, og tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla seinnapartin. Nýggi stórspælarin hjá 07 Vestur er John Fredriksen, sum skoraði hattrikk bæði í 22. Og 24. umfari og nú er úttikin at spæla á U-21 landsliðnum

 

FM heitið er fokið, og europeiska atgongumerkið varð tryggjað við sigrinum í steypafinaluni. Tað hevur fleiri ferðir verið nevnt, at tað sær út sum um, at NSÍ er farið í vetrarfrí. Tað halda teir í Runavík ikki er støðan. Teir iðraðu seg um tepra 3-2 tapið á heimavølli ímóti HB. Í Fuglafirði vunnu teir 2-0, og nú ræður um at runda kappingarárið av við stíli.

Anders Gerber fer av landinum, tá ið kappingin verður liðug. Hann iðrar seg um, at NSÍ ikki er partur av FM stríðnum:

-Vit mugu bara staðfesta, at sigurin í steypakappingini hevur gjørt okkurt við okkum. Seinastu sjey dystirnar eru fleiri mál farin ígjøgnum, enn tað fóru hinar seytjan dystirnar. Nú skulu vit vísa, at tað aftur er farið at ganga rætta vegin, sigur NSÍ venjarin.

Inntil hann varð skaddur í økslini, var Símun Rógvi Hansen besti málverjin í ár. Hann hevur ikki verið á liðnum síðani tíggjunda september, tá ið NSÍ tapti 4-3 á heimavølli ímóti Skála. Símun Rógvi er framvegis skaddur, og tí verður tað aftur í dag Karstin Hansen, sum fer at verja NSÍ málið.