NSÍ fer eftir stigunum

Í Runavík ásanna tey, at skal fylgjast við í oddinum, er neyðugt við øllum stigunum í Gundadali

Upptakt

- Skulu vit hanga í teimum liðunum, sum stríðast í oddinum, so skulu vit helst vinna. Vit kunnu so ikki rokna við, at teir missa ov nógv móti hinum liðunum.
Somikið kontant er staðfestingin hjá Jónstein Petersen, tá vit fregnast, hvussu vánirnar hjá runavíkingunum eru, nú teir skulu royna seg í Gundadali móti oddaliðnum, B36.
Hóast útsøgnina, so staðfestir Jóstein tó eisini, at hetta verður ein trupul uppgáva.
- Tað fer at krevja nógv frá okkara síðu. B36 hevur ein sera sterkan og breiðan hóp, so tað eru ikki ráð til nøkur mistøk frá okkara síðu. Hinvegin haldi eg eisini, at sjálvsálitið nú vendir rætta vegin. Ikki minst eftir mátann, sum vit vunnu seinasta dystin, har vit teir 12 seinastu minuttirnar megna at koppa uppgerðini til okkara fyrimun, heldur hann.
NSÍ noyðist helst at vera Messias Perreira fyri uttan í trupla dystinum. Verjuleikarin noyddist skaddur av vøllinum í steðginum seinast, og í Runavík bera tey ótta fyri, at talan er um álvarsligan skaða. Í hansara stað verður tað helst Dánjal Hansen, sum fer at røkja miðverjusessin, og so mugu onnur alternativ finnast í álopspartinum.

Hjá B36 er lagið sum vera man gott, nú teir otaðu seg upp á oddasessin seinast. Hartil er liðið nú um at fáa flestu leikarar tøkar, eftir at skaðar hava gjørt um seg, og tað sigur nakað um breiddina í hópinum, at menn sum Jens Kristian Hansen og Allan Mørkøre komu inn av beinkinum seinast.
Niels Joensen og Klæmint Matras eru tó framvegis úti við skaða, men hetta fær tó ikki liðskiparan, John Petersen, til at seta vánirnar niður.
- Nú taptu vit tvey stig á heimavølli seinast, so stigini eru neyðug hesaferð. Vit hava eisini vunnið teir tvær ferðir í steypakappingini í ár, og tað ætla vit okkum so eisini hesaferð.
John er annars upprunaliga skálamaður, og tað er ikki sørt, at hann frøist um góðu gongdina hjá bygdarfeløgunum.
- Nú mugu vit sjálvandi ikki missa tamarhaldið á teimum, men eg vóni í øllum førum, at teir megna at fylgja við okkum frammi í oddinum, ljóðar seinasta staðfestingin frá honum umvegis telefonina.