Tað verður í grannauppgerð á heimavøllinum á Svangaskarði, at B68 í dag og fyri fimtu ferð í hesi øldini sigur farvæl við bestu deildina. Setningurin er tann sami, sum hann hevur verið alt kappingarárið:
-Hjá okkum ræður um at vinna ein sigur í hesum kappingarárinum, og nú hava vit bara møguleikan í morgin eftir, sigur B68 venjarin Eliesar Olsen.
Síðani landskappingin í 2005 varð víðkað at fevna um 27 umfør, er tað ongantíð komið fyri, at eitt lið er flutt niður uttan at hava vunnið í hvussu so er einaferð.
Veteranurin á miðvøllinum, Evrard Blé, er burturstaddur og harvið ikki tøkur. Tað er ivasamt, um liðformaðurin Óli H. Olsen verður førur fyri at spæla ídag. Hann er darvaður av skaða í knænum.
Tølini siga, at tað ofta hevur gingið javnt á, tá ið NSÍ og B68 hittast. Eitt nú vann NSÍ 2-1 við Løkin í seytjanda umfari. Soleiðis var tað ikki í fimta umfari, tá ið NSÍ fór av Svangaskarði við 5-0 sigri. Ta ferðina var Klæmint A. Olsen trífaldur málskjútti. Klæmint er toppskjútti við 22 málum. Hann sigur seg ikki ganga so nógv uppí, um hann er toppskjútti ella ikki:
-Tað snýr seg um at vinna dystirnar. Um eg verði toppskjútti, so er tað bonusvinningur, sigur NSÍ liðformaðurin.
Klæmint A. Olsen er undan síðsta umfari tvey mál omanfyri Páll A. Klettskarð á máltindinum. Tí fara liðfelagarnir at stríðast fyri, at Klæmint skal vinna máltindin, og hann fær ivaleyst høvið at royna seg enn einaferð úr ellivu metrum, um NSÍ tiltuskar sær brotsspark. Klæmint hevur annars síðani summarsteðgin misnýtt trý brotsspørk.
Veteranarnir Jens Joensen og Pól Jóhannus Justinussen eru tøkir aftur eftir leikbann. Tað er ivasamt, um Magnus H. Olsen er førur fyri at spæla. Hann er darvaður av skaða i lærinum.