TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við tvímálsskjúttan hjá NSÍ, Árna Frederiksberg aftaná knúsandi 7-1 heimasigurin hjá NSÍ ímóti ÍF fyrr í dag.
Árni Frederiksberg visti ikki hvørja útgávu av ÍF hann fór at møta í dag, tí góðu ella tí vánaligu útgávuna av ÍF. Fyrr í ár vann NSÍ 6-1 á ÍF á heimavølli, men í Fuglafirði bleiv talan um ein javnan dyst, sum NSÍ vann 2-0. Men Árni Frederiksberg staðfestir, at í dag var tað tann vánaliga útgávan av ÍF, sum NSÍ møtti í dag.
Árni Frederiksberg trýr framvegis uppá, at NSÍ kann vinna seg heilt fram í oddin, og sigurin í dag ger so ikki vónirnar minni, men tað var uttan nevniverda mótstøðu í dag.










