NSÍ fekk fjórðingsmiljón

Viðhaldsfólkini hjá NSÍ ætla at gera sítt til, at NSÍ ikki skal mangla fíggjarorku til at verða verðandi í oddinum í Formuladeildini. Troyggjirnar hjá FM-vinnarunum vóru seldar á uppboðssølu, í samband við hátíðarhaldið NSÍ hevði í ítróttarhøllini í Runavík ígjár.

Tað minsta nøkur troyggja fór fyri ígjár, var 7.100 kr. Onkur troyggja fór fyri slakar 70.000 kr. Samlaða upphæddin gjørdist 256.000 kr. Viðhaldsfólkini hjá NSÍ hava við hesum sent eitt sterkt signal um hvat tey ætla í 2008.