Tað er ikki lukkuligt, sum NSÍ hevur gjørt um seg í steypakappingunum í ár. HB plagar at vinna dastið av kappingunum, men í ár er tað NSÍ. Fyrst vunnu teir løgmanssteypið á ólavsøku, og tvey tey seinastu vikuskiftini hava teir vunnið steypakappingarnar í dreingjadeildini, smádreingjadeildini og smágentudeildini. Kappingin hjá gentum 14?17 ár er útsett og verður spæld komandi vikuskifti.
Í finaluna eftir brotssparkskapping
Dreingjadeildin var avgjørd í høvuðsstaðnum síðsta leygardag. Spælt varð í tveimum bólkum. Í øðrum bólkinum vóru ÍF, HB og NSÍ. HB og NSÍ vunnu bæði 2?0 á ÍF. Innanhýsis dysturin millum HB og NSÍ endaði 2?2. So var neyðugt við brotssparkskapping fyri at finna út av, hvat av liðunum skuldi í finaluna. Ta kappingina vann NSÍ 5?4.
Í hinum bólkinum vóru B36, KÍ og B68. B68 vann 2?0 á KÍ, og B36 vann 4?0 á KÍ. Innanhýsis dysturin millum B36 og B68 endaði málleysur, og so var greitt, at finalan fór at standa millum B36 og NSÍ.
Finaludysturin var á Argjum, og NSÍ vann 2?0, sum eisini var støðan í steðginum. Jóhan Petur Poulsen skoraði fyrra málið, og Tórur D. Djurhuus skoraði seinna málið.
Hetta var fyrsta ferðin síðani 1986, at NSÍ dreingirnir hava vunnið steypakappingina. Ítróttarsosialurin ynskir NSÍ dreingjunum hjartaliga tillukku.
FM vinnararnir úr VB luttóku ikki í steypakappingini. Í landskappingini endaði NSÍ á fjórða plássinum. Tað var um reppið, at teir undan summarsteðginum fluttu niður úr FM bólkinum og í økisbólk. Í august vóru teir á fótbóltsferð í Liverpool, og eftir ta ferðina fór at ganga framá.
Smádreingirnir greipuvinnarar
Meðan 1. deildarliðið hjá NSÍ næstsíðsta leygardag var í Klaksvík og vann silvurmerkini í landskappingini, vóru smádreingirnir hjá NSÍ í høvuðsstaðnum. Ørindini vóru at taka lut í steypakappingini. Spælt varð í trimum bólkum. Bólkavinnararnir vóru AB, HB og NSÍ, sum í finalubólkinum spældu øll ímóti øllum.
Í fyrsta dystinum endaði tað málleyst ímillum HB og NSÍ. So vann HB 3?0 á AB. Setningurin hjá NSÍ var so at vinna meiri enn HB á AB, og tað eydnaðist. Úrslitið varð 4?0 til NSÍ, sum harvið var steypavinnari. Fyrr í heyst vunnu NSÍ smádreingirnir FM heitið. Ítróttarsosialurin ynskir NSÍ smádreingjunum hjartaliga tillukku við góða avrikinum.
Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at NSÍ hevur vunnið steypakappingina í smádreingjadeildini.
Marginalirnir við smágentunum
Í smágentudeildini varð steypakappingin síðsta vikuskifti í Runavík og á Toftum. Trý lið vóru í bólkinum á Svangaskarði. B68 vann 3?0 á B71, og ÍF vann 2?0 á B68 og 1?0 á B71.
Í Runavík var sera tepurt og spennandi. HB vann á NSÍ, men tær taptu ímóti EB/Streymi og spældu javnt ímóti B36, og so kom NSÍ í finaluna. Úrslitini vóru hesi: HB?NSÍ 2?1, EB/Streymur?B36 0?0, B36?NSÍ 0?1, HB?EB/Streymur 0?1, B36?HB 0?0 og NSÍ?EB/Streymur 1?0.
Finalan var í Runavík ímillum NSÍ og ÍF, og har var eingin ivi. NSÍ vann 5?0, og harvið var greitt, at NSÍ fyri fyrstu ferð síðani tað í 1996 var farið undir steypakappingina í smágentudeildini, hevði vunnið. Ítróttarsosialurin ynskir NSÍ hjartaliga tillukku.