Tá ið NSÍ um vikuskiftið spældi dyst ímóti ÍF í Fuglafirði, endaði ein støða móti dystarenda við, at málmaðurin Jens Martin Knudsen fekk reyða kortið.
Dómin metti, at Jens Martin hevði hevnt seg eftir ein samanbrest við Bartal Eliasen, og so var hann vístur út.
NSÍ skal næstu tvey umførini spæla týðandi dystir ímótu HB og B36, og tað er sannlíkt, at Jens Martin hevur leikbann í báðum dystunm. Hann hevur í øllum førum leikbann til dystin ímóti HB í Runavík sunnudagin, og líknandi støður fyrr í ár hava havt við sær, at spælarar hava fingið leikbann í tveir dystir, og tað kann Jens Martin eisini fáa. Avgerðin um leikbannið er ikki tikin enn.
Tórður Thomsen er ungur og evnaríkur málmaður úr Runavík, men hann er í hesum kappingarárinum leigaður út til B68, og nú kann hann ikki kallast heimaftur, um NSÍ skuldi ynskt tað í hesi støðuni.
NSÍ hevur hinvegin avloysaran hjá Jens Martini kláran til dystin sunnudagin. Tað er klaksvíkingurin Karstin Joensen, sum byrjaði hetta kappingarárið sum málmaður í ÍF og áður hevur vart málið hjá KÍ. Hann flutti fyrr í hesum kappingarárinum til NSÍ, men hevur gjørt lítið við fótbóltin har.
Ætlanin hevur allatíðina verið, at Karstin skuldi verða tøkur eftir summarsteðgin, og nú er longu brúk fyri honum til dystin ímóti HB sunnudagin.
- Tað er altíð spell at missa ein royndan spælara sum Jens Martin, men vit hava tíbetur ein góðan avloysara kláran til dystin sunnudagin. Karstin er ein góður málmaður, og hann hevur spælt nógv í fremstu deildini, sigur Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ.