Talan verður um lyklauppgerð í toppinum í Gundadali í kvøld. Felags fyri B36 og NSÍ er, at tað síðstu løtuna sunnudagin ikki tørnaði soleiðis út, sum tað leingi hevði sæð út til, at tað skuldi gera. B36 misti sigurin á stokkinum í Klaksvík, og NSÍ misti øll stigini á heimavølli ímóti Víkingi.
Í gjárkvøldið vunnu bæði HB og Víkingur, og harvið er tað trýst á bæði B36 og NSÍ, sum í kvøld kunnu dragna frá toppinum.
Ofta verður tikið til, at trupulleikin hjá NSÍ er, at teir gulu og svørtu ikki vinna ímóti argastu kappingarneytunum. Higartil í ár hevur NSÍ tapt ímóti bæði HB og Víkingi, og í kvøld er B36 á skránni.
-Ímóti Víkingi gekk tað ikki fyri seg eftir okkara treytum, og tað mugu vit gera nakað við. Vit hava fokus á at vinna ímóti B36, og tað rokna vit við fer at eydnast. Vit hava lært av uppgerðini ímóti Víkingi, tá ið tað vóru marginalarnir, ið avgjørdu, sigur NSÍ venjarin Anders Gerber.
Higartil hevur NSÍ spælt við trimum í verjuni. Talan hevur verið um somu manning hvørja ferð. Soleiðis verður ikki í kvøld, tí Jens Joensen er leikbannaður. Tað er ivasamt, um Nicolaj Køhlert er førur fyri at spæla í kvøld. Hann noyddist av vøllinum ímóti Víkingi, tí knæskaði argaði. Einar Tróndargjógv er burturstaddur, og skaðalistin er langur. Á honum eru Jann Martin Mortensen, Haraldur R. Højgaard og Andras Frederiksberg.
Í B36 leguni hava teir lagt vónbrotið í Klaksvík aftur um seg:
-Leikliga avrikið var á góðari leið í Klaksvík. Vit kundu havt økt um leiðsluna, áðrenn teir skoraðu hepna málið. Vit gleða okkum til í kvøld at spæla ímóti NSÍ. Talan plagar at vera um gott fótbóltsspæl ímóti NSÍ, og soleiðis verður tað ivaleyst eisini hesaferð, sigur B36 hjálparvenjarin Jákup á Borg.
Á skaðalistanum í B36 eru Hanus Thorleifsson, Alex Mellemgaard og Robert Heðin Brockie.
Sunnudagin skal NSÍ um Suðuroyarfjørð at spæla steypadyst, og sunnudagin skal B36 út á Argir at spæla steypadyst. Hvørki í B36 ella NSÍ verður tað undan uppgerðini í kvøld hugsað um steypadystin. Hann verður ikki á dagsskrá fyrr enn eftir síðsta bríksl í lyklauppgerðini í landskappingini.