NSÍ er í toppinum

1. deild: 5-1 heimasigurin á 07 Vestur hevur við sær, at teir næstbestu hjá NSÍ eru næstovast, meðan vágaliðið framvegis eigur fyrsta stigið til góða. Tað var einki at rafla um, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ í góðveðrinum seinnapartin høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá 07 Vestur.

Undan hesum umfarinum hevði vágaliðið einki stig fingið, og úrtøkan vaks ikki við Løkin.

Úrslitið var 5-1 til NSÍ, sum harvið hevur 15 stig og bara er eitt aftanfyri oddaliðið FC Suðuroy.

Í hálvleikinum var 3-0. Eftir lítið korter setti Árni Frederiksberg hol á, og eftir stóran hálvan tíma tvífaldaði Rógvi Højgaard leiðsluna. Í síðsta minutti fyri hvíldina skoraði Hugues Namni.

Eftir ein tíma minkaði Karl Jóhan Djurhuus um munin, men Andrias á Líknagøtu svaraði aftur seks minuttir seinni, og eitt korter undan leikloki staðfesti Óli Hansen 5-1 heimasigurin.