NSÍ er á tindinum

Í gjár vann NSÍ 2-1 á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Hetta var sjeynda ferðin á rað, at teir gulu fóru av vøllinum við fullari úrtøku.

Úrtøkan burtur úr góðu gongdini nógvu tær seinastu vikurnar er 22 stig, og tað er nóg mikið til, at NSÍ er ovast í Vodafonedeildini, í hvussu so er inntil seinnapartin í dag, tá ið tríggir teir seinastu dystirnir í 11. umfari eru á skránni. Tá hevur HB møguleika at endurvinna oddasessin.

 

Dystirnir í dag:

B71-AB: Páll Augustinussen kl. 15.00

B68-B36: Eiler Rasmussen kl. 15.00

HB-Víkingur: Dagfinn Olsen kl. 15.00

 

Støðan

NSÍ 22

HB 21

EB/Streymur 18

ÍF 18

Víkingur 16

B36 14

B68 10

B71 9

AB 7

FC Suðuroy 6

NSÍ, EB/Streymur, ÍF og FC Suðuroy hava spælt 11 dystir, og hini hava spælt 10 dystir.