NSÍ er steypavinnari

NSÍ er steypavinnari 2007 í unglingadeildini. Tað er greitt eftir finaluna, sum var í Leirvík í kvøld. NSÍ vann 2-1 á KÍ, eftir at tað í hálvleikinum stóð 1-1.

Klæmint A. Olsen legði NSÍ framum, og Kristoffur Jacobsen javnaði fyri KÍ í 1. hálvleiki.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki skoraði miðvallarin hjá NSÍ Jann Martin Mortensen sigursmálið.

Karl Vidtfeldt og Niclas Davidsen handaðu fyri FSF steyp og gullkrónur til NSÍ og silvurkrónur til KÍ.