Sigurin er eisini teirra fyrsti í ár og eisini teirra fyrsti í bestu føroysku fótbóltsdeildini nakrantíð. Í hinum endanum eitur oddaliðið framvegis B36, sum tó ikki longur hevur fult stigatal. Hetta tí, at AB stutt fyri leiklok megnaði at javna til 2-2 á Argjum.
Í Gundadali var HB uppaftur seinni enn AB at gera seinasta málið. Faktiskt skoraðu teir bæði málini í yvirtíðini, tá teir vunnu 2-1 á NSÍ. Í Fuglafirði endaði tað 1-1 og fríggjakvøldið spældu Víkingur og EB/Streymur eisini javnleik 2-2.
Við øðrum orðum endaði eingin dystur hetta umfarið málleysur.
Úrslitini í fjórða umfari:
AB ? B36 2-2 (1-1)
1-0: Stig-Roar Søbstad, 8.
1-1: Bárður Olsen, 23.
1-2: Hjalgrím Elttør, 69.
2-2: Morten Overgaard, 85.
Dómari: Eiler Rasmussen.
HB ? NSÍ 2-1 (0-0)
0-1: Christian Høgni Jacobsen, 73.
1-1: Hendrik Rubbeksen, 90.
2-1: Andrew av Fløtum, 90.
Dómari: Lars Müller
FC Suðuroy ? B68 3-1 (0-0)
1-0: Jón Krosslá, 57.
2-0: Obi Charles, 70.
2-1: Pól Jóhannus Justinussen, 80.
3-1: Obi Charles, 83.
Dómari: Petur Reinert.
ÍF ? B71 1-1 (1-0)
1-0: Rógvi Jacobsen, 44.
1-1: Símin Hansen, 47.
Dómari: Páll Augustinussen
Víkingur ? EB/Streymur 2-2
0-1: Hans Pauli Samuelsen
0-2: Kristoffur Jacobsen
1-2: Súni Olsen
2-2: Sølvi Vatnhamar
Støðan eftir at øll liðini hava spælt fýra dystir:
B36 10
Víkingur 9
HB 8
B68 6
EB/Streymur 5
FC Suðuroy 5
ÍF 5
B71 2
AB 2
NSÍ 1