Nsí er nummar 1, B36 nummar 2 og EB-Streymur er nýtt lið á 3. á plássi. Í botninum er framvegis einki avgjørt. Tað er úrslitið eftir dagsins fótbóltsumfar Við at vinna 2-1 ímóti HB, tryggjaðu runavíkingar sær sætið í oddinum. B36 gjørdi sína skyldu í Gundadali, við at vinna 4-1 á AB, men tað røkkur í hesum umfarinum ikki longri enn til 2. plássið, sum teir eisini áttu frammanundan dystinum í dag. EB-Streymur vann trygt á KÍ, og hevur tí endurvunnið 3. plássið frá HB, sum eftir tapið í dag má noyðast við 4. pláss.
Øll botnliðini taptu sínar dystir, so enn er ikki avgjørt, hvør flytur niður. B71 kundi tryggjað sær pláss í bestu deildinin komandi ár, um teir høvdu vunniðá Gì, men tá avtornaði, vóru tað gøtumenn, ið vunnu 3-2. Skála vann á VB-Sumba, men tað broytir einki um teirra støðu í miðjuni.