NSÍ endurvann steypakappingina

Finalan ímóti B36 var spennandi og tøtt, men tað sást væl, at spælararnir vóru eitt sindur spentir, og at teir høvdu spælt hálvfinalu dagin fyri

Annað árið á rað er NSÍ steypavinnari í smádreingjadeildini. Hetta var greitt leygardagin 29. juni. Tá var finalan í Gøtu. NSÍ spældi ímóti B36, og smádreingirnir í Runavík vunnu 1?0. Einasta málið fingu teir, tá ið seinna umfarið var tíggju minuttir gamalt. Málskjútti var Filip Hansen.
Síðstu løtuna royndu B36arnir ? væl stuðlaðir av foreldrum og øðrum, sum høvdu leitað sær úr høvuðsstaðnum og til Gøtu ? at seta NSÍ undir trýst, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í NSÍ málið.
Eftir dystin handaði næstformaðurin í FSF, Niklas á Líðarenda, sum eisini hevði verið dómari henda dagin, Cadbury steypið til liðformannin hjá NSÍ. Hann eitur Jann Martin Mortensen.
Finalan var spennandi, men spælið var ikki so flótandi, sum evnaríku smádreingirnir hjá NSÍ og B36 fleiri aðrar ferðir hava víst í summar. Ivaleyst vóru teir eitt sindur tyngdir av nervum, og so sást tað eisini, at dagurin frammanundan hevði verið rættuliga strevin. Tá spældu fyrst NSÍ og HB og síðani B36 og KÍ hálvfinalu í Gøtu.
Liðini í hálvfinaluni høvdu vunnið hvør sítt bólkaumfar. Dystirnir í teimum fýra bólkunum vórðu spældir 24. mai. Feløgini halda, at tað er ov strevið at spæla so nógvar dystir ein og sama dag og dag um dag. Trupulleikin, sum FSF hevur havt í steypakappingunum í yngru deildunum hevur verið, at tað hevur verið so torført at fáa dystirnar avgreiddar, tá ið kappingin hevur verið yvir fleiri vikur. Tí royndu teir í fjør og aftur í ár at avgreiða kappingina eftir lutfalsliga stuttari tíð.
Hetta var annað árið, at NSÍ er steypavinnari í smádreingjadeildini. Í fjør var NSÍ best í finaluumfari, har HB og AB vóru hinir luttakararnir. Í ár vunnu NSÍ smádreingirnir á B36, og harvið hava teir í endadystunum hesi bæði árini vunnið á øllum feløgunum í høvuðsstaðnum. Tað fær neyvan verið nógv betri hjá NSÍ. Í hálvfinaluni ímóti HB var úrslitið 5?1. Øssur Dalbúð skoraði trý mál og Sveinur Nielsen og Klæmint Olsen hvør sítt.
Í fjør vunnu NSÍ smádreingirnir bæði steypakappingina og landskappingina. Teir eru væl fyri í landskappingini, og í steypakappingini hava teir longu greitt setningin. Teimum verður ynskt hjartaliga tillukku við steypasigrinum.