NSÍ eltir oddaliðini

Sandoyingar hava higartil givið øllum liðum í deildini skarpan gang. Ikki minst NSÍ, sum í fyrsta umfarinum av Formula-deildini skoraði í yvirtíðini, tá teir tóku stigini við sær av Sandoynni.

Tí eru runavíkingar ávaraðir undan dystinum, sum teir helst skulu vinna, skulu teir fylgja við oddinum. Hjá gestunum er Símin Hansen ivasamur. Hann dregist við skaða í lærkrikanum.

Hjá NSÍ er tað bara Pól Thorsteinsson, sum ikki er tøkur.