Higartil eru 11 umfør leikt í Betri-deildini hjá monnum, har havnafeløgini, HB og B36, í løtuni síggja út til at strúka avstað í oddastríðnum, meðan stóru FM-biðlarnir úr KÍ og NSÍ royna at elta.
Hesar fyrstu 11 dystirnar, ber til at rokna fram ymiskar niðurstøður um tey einstøku liðini í Betri-deildini, og ein av niðurstøðunum er miðal aldurin hjá teimum ymisku feløgunum.
Har sæst, at NSÍ higartil lutfalsliga hevur havt tað elsta liðið, tá tað kemur til miðal aldur, meðan samanlagda felagið í Suðuroynni, sum rópar seg ”Suðringar”, hava yngsta hópin í kappingini.
Samanborið við kappingina í fjør, sæst ein broyting í hjá fleiri liðum. Millum annað er miðal aldurin hjá NSÍ í ár nærum 3,0 ár eldri enn hann var farna kappingarár, meðan miðal aldurin hjá HB og KÍ er meir enn 1 ár yngri í miðal enn hann var farna kappingarár.
Miðal aldurin hjá teimum ymisku feløgunum í Betri-deildini eftir 11 umfør sambært FaroeSoccer:
1. HB – brúkt 18 leikarar – miðal aldur á 23,44 ár
2. B36 – brúkt 21 leikarar – miðal aldur á 23,47 ár
3. KÍ – brúkt 21 leikarar – miðal aldur á 24,09 ár
4. NSÍ – brúkt 18 leikarar – miðal aldur á 27,11 ár
5. Víkingur – brúkt 19 leikarar – miðal aldur á 25,57 ár
6. Skála – brúkt 19 leikarar – miðal aldur á 25,57 ár
7. EB/Streymur – brúkt 18 leikarar – miðal aldur á 25,22 ár
8. TB/FCS/Royn – brúkt 16 leikarar – miðal aldur á 22,75 ár
9. AB – brúkt 19 leikarar – miðal aldur á 23,73 ár
10. 07 Vestur – brúkt 23 leikarar – miðal aldur á 23,92 ár