Fótbóltur
FM-finalan í fótbólti hjá unglingum varð spæld á ovara vølli í Gundadali í gjár.
Finalan stóð hesa ferð millum NSÍ og B71, og heilt fitt av viðhaldsfólki hjá báðum liðunum høvdu leitað sær til Havnar at stuðla sínum dreingjum.
Og spælararnir løgdu eisini nógv fyri. Hvørgin parturin hevði hug at leggja seg aftur at verja, og tí gjørdist talan fyri tað nógva um ein sera undirhaldandi dyst.
Málmøguleikarnir trutu ikki, og londu eftir 10 minuttum legði NSÍ seg á odda, eftir at Filip Jacobsen varð spældur púra leysur móti málverjanum.
Útvísing kostaði
B71 royndi tó støðugt at svara aftur. Talan gjørdist eisini um fleiri opnar møguleikar, og einar tvær ferðir vildu sandoyingar hava brotsspark, eftir at spælari fór um koll í NSÍ-brotsteiginum..
Tað kom tó at kosta sandoyingunum dýrt, at teir fingu spælara riknan av vølli tíðliga í seinna hálvleiki. Hóast sandoyingar høvdu roynt at trýst, so var NSÍ á ongan hátt fyri ongum, og við 11 móti 10 settu teir seg av álvara á dystin.
Og tá hol kom á, so tók tað ikki meira enn góðar fimm minuttir at staðfesta sigurin. Øssur Dalbúð var púrasta leysur, tá hann økti til 2-0. Og tvær ferðir kom Jens Joensen eisini at standa somikið væl fyri, at hann uttan stórvegis hóvasták kundi økja til bæði 3- og 4-0.
Sigurin hjá NSÍ var tann fimti, meðan spælt hevur verið um hesa útgávuna av FM-steypinum, og tí eiga runavíkingar nú steypið til ognar. Ein undirstrikan av støðuga ungdómsarbeiðnum, sum NSÍ hevur framt í skjótt nógv ár, og sum eisini varð undirstrikað við FM-gullinum, sum felagið í fjør vann í Formula-deildini.
NSÍ-B71 4-0 (1-0)
1-0: Filip Jacobsen, 10.
2-0: Øssur Dalbúð, 60.
3-0: Jens Joensen, 62.
4-0: Jens Joensen, 65.









