NSÍ var av mongum mett at verða tað liðið, ið var tann størsti favoritturin í 1. umfari í Betrideildini í heimadystinum ímóti EB/Streymi.
Men EB/Streymur stríddist væl, vardi væl, og beit frá sær í onkrum álopsstøðum. Tað var bert málið Jann Martin Mortensen skoraði fyri heimaliðið í 51. minutti sum var munurin á máltalvuni tá Eiler Rasmussen bríkslaði dystin av.
Hóast 0-1 tapið á útivølli kann nýggi høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen staðfesti ein góðan hugburð og stríðsanda, ið gevur góðar vónir til tey komandi umførini.
Hjálparvenjarin hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen fegnast um 1-0 heimasigurin, men viðgongur, at NSÍ mátti sveitta nakað fyri at fáa sigurin heim, men tað týdningarmesta var at skjóta kappingarárið í gongd við einum sigri.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna sum var í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1, har prátað var við Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjara hjá EB/Streymi.
2) Hoyr samrøðuna sum var í sendingini "Triði Hálvleikur" á FM1, har prátað var við Jens Martin Knudsen, hjálparvenjara hjá NSÍ.










