NSÍ í Danmark á Ólavsøku

Lunnar verða næstu vikuna lagdir undir setningin, sum er at røkka eitt pláss hægri enn í fjør, tá ið NSÍ fekk silvurkrónur í landskappingini

Í fjør var Ólavsøkan gul og svørt. Eysturoyingurin vann kappingina millum 10?mannaførini, og NSÍ vann Løgmanssteypið. Tað er góður møguleiki fyri, at Eysturoyingurin fer at vinn á Ólavsøku og harvið at endurvinna FM heitið frá í fjør. Í hálvfinaluni varð greitt, at NSÍ fer ikki at endurtaka steypasigurin á Ólavsøku. NSÍ tapti fyri GÍ, og harvið verður NSÍ ikki partur í finaluni Ólavsøkudag.
Tað er eisini greitt, at eingin av 1. liðs spælarunum hjá NSÍ fer at vera eygnavitni, tá ið Eysturoyingurin fer at royna seg Ólavsøkuaftan. Í morgin fer besta fótbóltsliðið hjá NSÍ av landinum. Teir koma aftur í Vágar mikudagin í komandi viku.
NSÍ skal á venjingarlegu í Blokhus í Jyllandi. Nítjan spælarar er í ferðalagnum, umframt hjálparfólk og Jógvan Martin Olsen venjara, og Trygva Mortensen, sum hesa ferð er hjálparvenjari. Hann hevur drúgvar royndir sum venjari. Í fjør vandi hann EB/Streym, og hann hevur fleiri ferðir áður vant teir bestu í NSÍ. Nú er hann saman við Meinhardti Dalbúð venjari hjá smádreingjunum, sum fyrr í summar vunnu steypakappingina.
Tveir venjingardystir eru á skránni, meðan NSÍ er í Danmark. Hósdagin skulu teir spæla ímóti Randers Freja, sum er í næstbestu deildini. Venjari hjá Randers Freja er Lars Olsen, sum var liðformaður á danska landsliðnum, tá ið teir vunnu EM í 1992, og sum seinni hevur verið hjálparvenjari í Brøndby. Dysturin hósdagin verður spældur eitt sindur sunnanfyri Randers.
Ólavsøkuaftan skal NSÍ spæla ímóti U?23 liðnum hjá AaB. Tann dysturin verður ikki so langt frá Blokhus. Leygardagin fær AaB í fyrsta umfarinum í nýggja kappingarárinum vitjan av FCK. Ætlanin er, at NSÍ ferðalagið seinnapartin leygardagin skal fara á stadion í Aalborg at taka á við Toda Jónsson.

Góðar royndir
Í fjør var NSÍ á Akureyri í venjingarlegu í summarsteðginum. At tað var gagn í intensivu venjingini sást aftur í úrslitunum eftir summarsteðgin, tá ið NSÍ vann steypafinaluna og gjørdist nummar tvey í landskappingini.
? Tað eru ikki minst royndirnar frá í fjør, sum hava verið orsøkin til, at vit aftur í ár fara á venjingarlegu. Vit hava stórar avbjóðingar fyri framman. Í landskappingini eru vit so mikið væl fyri, at vit halda tað framvegis vera møguleika fyri at betra um úrslitið í fjør, tá ið vit fingu silvurmerkini. Og so skulu vit fyri fyrstu ferð royna okkum í Europa Cup. Ta uppgávuna ætla vit eisini at taka í stórum álvara, sigur Ian Højgaard, sum umframt at vera miðvallari eisini er samskipari hjá NSÍ.
Christian Høgni Jacobsen er aftur í Vejle. Tí spyrja vit Ian Højgaard, um teir hava fingið nakran nýggjan spælara.
? Í fjør høvdu vit góðar royndir við Ulrik Balling, sum, hóast hann var nógv skaddur, skoraði rættuliga avgerandi mál. Vit hava loddað dýpið í Danmark. Fleiri feløg í superliguni og í næstbestu deildini hava víst áhugað at leiga okkum onkrar spælarar, sum í løtuni ikki eru á besta liðnum. Men tað hevur kortini ikki eydnast at fáa nakran henda vegin. Trupulleikin er, at spælararnir ikki sjálvir hava áhuga. Ivaleyst síggja teir tað sum afturstig í karrieruni, um teir skulu til Føroya, sigur Ian Højgaard.
NSÍ fór hóskvøldið undir aftur venjingarnar, eftir at teir høvdu hildið frí síðani 9. juli. Sunnudagin spældu teir á Gøtu stevnuni. Úrslitið var 6?1 til NSÍ. Í 2. hálvleiki var Gert Langgaard í álopinum undir liðini á Helga L. Petersen. Tað ber ikki til at siga annað, enn at tað gekk sum eftir ánni, tí Gert skoraði fýra mál. Hini NSÍ málini skoraðu Helgi L. Petersen og Sjúrður Jacobsen. Einsamalla málið hjá ikki serliga væl mannaða GÍ liðnum skoraði Bartal Eliasen.
Hvussu vánirnar hjá NSÍ vera at vinna fyrsta FM heitið verður ikki minst treytað av, hvussu tað fer at gangast teimum sunnudagin eftir, at teir eru komnir aftur av venjingarleguni í Danmark. Sunnudagin 3. august skal NSÍ spæla í Gundadali ímóti HB.
Europa Cup avbjóðingin verður seinni í august. Hósdagin 14. august skal NSÍ spæla á Svangaskarði ímóti Lyn, og hósdagin 28. august skulu teir spæla í Oslo.