NSÍ-B36 framskundaður

B36 skal av landinum og tí verður dysturin fluttur

Fríggjadagin verður 16. og seinasta umfar fyri summarsteðgin í føroysku landskappingini í mansfótbólti. Í dag er tó greitt, at dysturin millum B36 og NSÍ verður fluttur til hóskvøldið klokkan 18.30.

 

B36 hevur stórar avbjóðingar við at sleppa til Malta, har liðið skal spæla Champions League dyst móti Valetta um eina viku. Tí byrjar ferðin longu fríggjamorgunin og NSÍ hevur góðtikið at spæla landskappingardystin hóskvøldið.

 

- NSÍ hevur góðtikið at flyta dystin og vit skulu bara vátta flytingina, sigur Andrass Thomsen, ið er dagligur leiðari hjá B36.

 

Tað er ein stór avbjóðing, at fáa ferðing og gisting upp á pláss í samband við Champions League dystin, tí tað er trongligt um borð á flogførunum hjá Atlantic Airways og tað er feriutíð í Malta, har nógvir gestir leita sær.

 

- Vit mugu flúgva til Edinburgh í Skotlandi fríggjamorgunin og yvirnátta har. Síðani flúgva vit víðari til London og so til Malta leygardagin, sigur Andrass Thomsen.

 

Sosatt verður ein av dystunum í 16. umfari hóskvøldið, men hinir fýra verða fríggjakvøldið.