Næstbesta liðið hjá HB er framvegis oddalið í næstbestu deildini. Men í høvuðsstaðarfelagnum vóru tey sera vónbrotin seinnapartin, tá tað ikki eydnaðist at fáa fult á heimavølli móti teimum næstbestu hjá NSÍ.
HB var á sigurskós í hvíldini, tá liðið var á odda 2-1. Svenn F. Jacobsen og Christian Mouritsen vóru á blettinum fyri heimaliðið. Eisini misnýtti Tróndur Sigurðsson úr ellivu metrum.
Í seinna hálvleiki eydnaðist tað NSÍ at fáa útjavnandi málið, og tá HB ikki megnaði at svara aftur, fingu liðini hvør sítt stig.
HB er í løtuni á fyrsta plássinum við 28 stigum. B71 og TB, sum eru á øðrum og triðja plássinum, hava ávikavist 27 og 25 stig.
HB ? NSÍ 2-2 (2-1)
0-1:
1-1: Svenn F. Jacobsen
2-1: Christian Mouritsen
2-2: