NSÍ aftur í Gundadali

Runavíkingar skulu annan dystin á rað á vitjan í Gundadali. Hesaferð verður mótstøðuliðið greipuvinnararnir úr HB, sum skulu hava stig sunnudagin.

Runavíkingar fingu eina dreymabyrjan upp á kappingarárið, tá ið teir vunnu trupla útidystin móti B36 í fyrsta umfarinum, sum var leikt mánadagin. Sunnudagin eru teir aftur á vitjan í Gundadali, men mótstøðumenninir úr HB skulu hava stig.
 
Altíð trupult í Gundadali
Hjá runavíkingum eru allur mans klárir til dystin móti HB. Ein av stuðulsleikarunum hjá NSÍ, Helgi L. Petersen, sigur, at tað er altíð trupult í Gundadali, óansæð um mótstøðuliðið eitur HB ella B36.
- Tað verður ein ógvuliga trupul dystur, men vit trúgva upp á møguleikan og fara eftir øllum trimum stigunum, sigur hann.
Tað verður mangan sagt, at júst dystirnir millum hesi bæði liðini, HB og NSÍ, eru undirhaldandi og ferðmiklir dystir, og Helgi L. Petersen ivast ikki í, at áskoðararnir fara at fáa nakað fyri pengarnar.
- Liðini standa væl til hvønn annan. Tá ið vit hittust í steypakappingini, var lítil munur á, men vit høvdu ikki marginalarnar við okkum, og tí vóru tað teir, ið komu víðari. Vit ivast tó ikki í, at vit kunnu vinna dystin sunnudagin, og tí fara vit við góðum treysti inn á vøllin, sigur Helgi L. Petersen.
 
Skulu hava stig á heimavølli
Føroyameistararnir úr HB byrjaðu aftur í ár kappingarárið við einum ósigri, men liðskiparin, Rúni Nolsøe, sigur, at sunnudagin er alneyðugt at fáa trý stig í hús.
- Tað er eitt krav hjá okkum at fáa trý stig sunnudagin. Annars verður gloppið ov stórt, og vit hava VB á útivølli í næsta umfari, og tað er altíð ein trupul dystur, sigur Rúni Nolsøe.
Í HB kunnu tey fegnast um, at veteranurin Hallur Danielsen, sum ikki var við í Klaksvík, er tøkur aftur, men Vagnur Mohr Mortensen, Heine Fernandez og Rani Christiansen eru framvegis skaddir. Vagnur er tó farin at renna aftur, so tað gongur neyvan rúm tíð, áðrenn hann verður aftur at síggja á vøllinum.
Um dystin móti NSÍ sunnudagin sigur Rúni Nolsøe, at tað verður ein trupul uppgáva, tí NSÍ er eitt gott lið, sum hevur eitt sindur av viðgongd í løtuni.
- Vit vunnu á teimum í steypakappingini, men tá var munurin lítil. Hinvegin skulu vit hava øll trý stigini á heimavølli, um vit ætla at blanda okkum upp í oddastríðið, sigur liðskiparin hjá HB.