Sunnudagin verða tríggir dystir í 9. umfari í Betri deildini hjá monnum. Ein av dystunum er NSÍ móti AB. NSÍ ynskir at spæla dystin klokkan 19, tí Premier League verður avgjørt sunnudagin millum klokkan 15 og 17.
Á Argjum vilja tey ikki ganga ynskinum á møti, tí málverjin á liðnum, Mattias Lamhauge, skal av landinum sunnukvøldið í útbúgvingarørindum. Sum skilst er talan um týðandi roynd, sum málverjin skal til mánadagin. AB hevur leigað Mattias Lamhauge úr HB, tí Heðin Stenberg er skaddur. Tí hevur AB ikki ein skikkaðan málverja at taka yvir, um dysturin verður fluttur, verður sagt úr AB.
Nú liggur málið hjá Kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandinum. Har verður sagt, at ein avgerð helst fyriliggur í kvøld, men møguliga fyrrapartin í morgin.
Fakta: 9. umfar í Betri deildin menn:
Sunnudagin:
B36-TB (15.00) Beinleiðis á FM1
ÍF-HB (15.00)
NSÍ-AB Ikki ásett
Mánadagin:
Skála-KÍ (18.00) Beinleiðis á FM1
Víkingur-EB/Streymur (18.00)