NRK: - Tað er gleði í Kherson

- Nú eru eingir russiskir hermenn í miðbýnum í ukrainska býnum, Kherson, veit norska kringvarpið NRK at siga.

 

NRK veit seinnapartin at siga, at fólk nú eru farin út á gøtuna í miðbýnum í Kherson við ukrainskum fløggum, og gleðin er stór.

 

Ukrainskir hermenn eru komnir inn í miðbýin í Kherson, og sagt verður, at her eru eingir russiskir hermenn longur. Teir eru flýddir.

 

Á stjórnarbygninginum í býnum veittrar ukrainska flaggið, eftir at Kherson-býur hevur verið undir russiskum ræði síðan tíðliga í krígnum.

 

Sagt verður, at bæði ukrainska flaggið - og ES-flaggið - seinnapartin hava veittrað í miðbýnum.

 

Ukrainska fregnartænastan váttar, at ukrainskir hermenn nú eru inni í miðbýnum í Kherson.

 

- Bæði myndir og video-brot eru á síggja í sosialum miðlum, sum vísa ukrainskar hermenn í miðbýnum, veit NRK at siga.