Almenna norska radio letur nú atfinningarnar at sær koma um kapping á jøvnum føti, og gevst við netlýsingum, skrivar nrk.no á heimasíðu síni. NRK-nevndin hevur tikið avgerð um, at lýsingar ikki longur skulu finnast inni á heimasíðuni hjá kringvarpinum.
- Ein av orsøkunum er, at nýggir miðlar, harundir internetið, eru ein partur av okkara public service sendineti, sigur kringvarpsstjórin, Hans-Tore Bjerkaas við nrk.no.
NRK fer at halda gjørdar avtalur, men bannaralýsingar verða burtur í 2010. Bjerkaas sigur, at NRK fær einar 20 milliónir norskar krónur um árið við at selja lýsingar á netinum.
- Kjarnutænasturnar nrk.no, nett-TV og yr.no eru partur av tænastunum hjá NRK og eigur tí at vera ein partur av tí, fólk hava goldið fyri umvegis kringvarpsgjaldið, sigur Sindre Østgård, sum er stjóri fyri neti og nýggjum miðlum í NRK.
Fleiri kappingarneytar hava víst á, tað er kappingaravlagandi, tá NRK kann selja lýsingar, tí nrk.no hevur milliardir í kringvarpspengum í rygginum.
Ákoyringarnar tóku ferð á seg í 2009, eftir at fíggjarkreppan í 2008 hevði rakt lýsingarmarknaðin hart. Ført hevur eisini verið fram, at vaksandi lýsingarsølan hjá NRK máaði grundarlagið undan kringvarpsgjaldi.
Bjerkaas leggur tó dent á, at NRK hevur rætt til at selja lýsingar á netinum.
Á næsta fundi í kringvarpsnevndini skal málið um størri samstarv við handilsligu aktørarnar á marknaðinum um sendiflatuna hjá NRK.
- Vit hava ikki tikið støðu til, um hetta samstarvið skal halda fram, sigur Hans-Tore Bjerkaas.
Kanska føroyska kringvarpsnevndin og Mentamálaráðið kundi lært eitt og annað av norðmonnum.