Noyðist helst aftur í holt við ES

- Um neyðugt fara vit at venda okkum til ES-myndugleikarnar um trupulleikan, sum okkara verksmiðjuskip hava við framleiðslu í ES-sjógvi.

- Um neyðugt fara vit at venda okkum til ES-myndugleikarnar um trupulleikan, sum okkara verksmiðjuskip hava fingið við framleiðslu í ES-sjógvi. Tað kann ikki vera rætt, at slíkar órímiligar bindingar skulu liggja á okkara fiskiskipaflota.

 

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

 

Hann vísir á, at sambært teirri kunning, hann higartil hevur fingið, dugir hann illa at síggja, at framleiðsla umborð á føroyskum uppsjóvarskipum í ES-sjógvi eigur at vera nakar trupulleiki.

 

- Hetta er ein spildurnýggjur trupulleiki fyri mær, og eg vóni, at hetta meira enn nakað annað er ein misskiljing.

 

Jacob Vestergaard sigur, at sær kunnugt hevur framleiðsla umborð í ES-sjógvi ikki verið nakar trupulleiki áður, og hetta er soleiðis spildurnýtt fyri honum.

 

- Christian í Grótinum, sum herfyri noyddist inn í Hetlandi til eftirlit - eins og onnur føroysk verksmiðjuskip - eru bæði løggild og góðkend av føroyskum matvørumyndugleikum, eisini til at framleiða til ES-marknaðin.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at um tað fer at vísa seg, at nevnda kunngerð, sum skotsku fiskiveiðimyndugleikarnir hanga seg í, fer at halda í rættinum, fer Fiskimálaráðið beinanvegin at venda sær til fiskivinnumyndugleikarnar í ES.