Noyðist at stríðast sum úlvur á skóg

Hans í Líðini, stjóri á lemmavirkinum í Vági, hevur givið eitt nýggjárslyfti, men hann vil ikki siga, hvat tað er.

Hvat hevur tú at siga um árið 2014?

 

- Árið hevur verið eitt gott ár og yvir miðal.






 

Tað sigur Hans Joensen, vanliga róptur Hans í Líðini í Vági, sum umframt at vera stjóri á lemmavirkinum í Vági, eisini er við í nýggjársnevndini í Vági, sum fyrireikar stóra nýggjárshaldið.

 

Spurdur, um hann í ár hevur givið nakað nýggjárslyfti, svarar hann brosandi soleiðis:

 

- Ja, eg havi eitt nýggjárslyfti, men eg sigi ikki, hvat tað er.

 

Men, hevur tú nakað nýggjársynski, sum er alment? spyrja vit.

 

- Ja, eg havi eitt nýggjársynski, og tað er at fáa nógv at gera á lemmavirkinum, soleiðis at fleiri húski kunnu liva av tí.






 

Hvørjar eru vónirnar fyri 2015?

 

- Vónirnar eru ikki góðar, tú tú noyðist at kempa sum úlvur á skóg fyri, at tað skal mala runt, sigur Hans í Líðini.