Noyddust at sigla á land

Norska skipið Fiskeskjer fekk truupulleikar við motorinum í havnini á Neskaupstaði í Íslandi -Vit vóru í ferð við at flyta skipið frá einari bryggju til eina aðra, tá vit fingu brek við motorinum. Vit fingu ikki gjørt annað enn at stýra ímóti landi fyri ikki at renna á onnur skip, sigur skiparin á Fiskeskjer, Einar Finnøy, við fjølmiðlarnar.

Óhappið hendi stutt eftir middag í dag, og seinnapartin eydnaðist at fáa skipið avaftur. Tað vísti seg, at tað hevði ikki fingið stórvegis skaða.

Fiskeskjer skal kortini á skipasmiðju at kanna skip og motor.