– Skulu vit varðveita hesa tænastuna til tey, sum hava brúk fyri tí, máttu vit seta prísin upp.
Skulu vit varðveita tænastuna við nummarkall, er tað neyðugt at seta prísin upp.
Tað staðfestir Hans Jákup Langgard, viðskiftafólkastjóri í Føroya Tele.
Í siðstu viku fór prísurin fyri at ringja til nummarkall at spyrja um telefonnummur, munandi upp.
Higartil hevur tað kostað 10 krónur um minuttin at ringja um dagin, men tann prísurin er nú 15,95 krónur um minuttin og um kvøldið ella um náttina, hevur tað kostað 15 krónur, men tann prísurin fer nú upp í 19,95.
Higartil hevur uppringingargjaldið verið 7,50 krónur, men nú er tað hækkað upp í 9,95 krónur.
Hans Jákup Langgaard sigur, at tað er neyðugt at hækka prísin tí talið á teimum, sum ringja til nummarkall, fækkar alsamt.
Sostatt verður tænastan dýrari upp á seg og tí er neyðugt at hækka prísin. Hann sigur, at á Føroya Tele halda tey ikki, at tað er rætt at javna prísin fyri tað, nummarkall kostar, á øll viðskiftafólkini. Tvørturímóti halda tey, at tað er rættvísast, at tað eru tey, sum brúka tænastuna, sum eisini rinda hana í mesta mun.
– Nummarkall er avgjørt ikki nøkur inntøkukelda hjá okkum, tvørtur ímóti, leggur hann afturat.
Samstundis ber til at sláa upp í telefonbókini á nummar.fo, ið eisini fæst sum app til snildfonir.
Hinvegin koma hesar hækkingarnar samstundis sum Føroya Tele hevur kunnað um, at nú fer sjálv telefonbókin í søguna, og at bókin, sum kom stutt síðani, verður tann seinasta.
Men Hans Jákup Langgard væntar ikki, at tað serliga verða tey eldru, ið ikki hava internet, sum fara at merkja sviðan av, at tað nú verður dýrari at ringja til nummarkall.
– Tað eru færri og færri, sum ringja til nummarkall, og tað er avgjørt ikki okkara fatan, at tað eru tey eldru, sum brúka nummarkall í størri mun enn onnur, leggur hann afturat.
Hann heldur eisini, at eldri fólk brúka ikki telefonina so nógv og hann heldur eisini, at tey hava tann vanan at skriva tey nummur, tey brúka, upp í lummabókina.
– Men vísir hetta seg at vera ein trupulleiki, eru vit eisini sinnað at vita um tað ber til at finna eina aðra loysn, leggur hann afturat.