Noyddust at klippa takið av

Tórshavnar Sløkkilið noyddist at klippa takið av einum bili fyri at fáa ein fastkleimdan bilførara leysan í sambandi við eitt ógvusligt ferðsluóhapp í Havn seinnapartin hósdagin.

Seinnapartin hósdagin var eitt ógvusligt ferðsluóhapp á vegamótinum Tjaldursvegur/ RC Effersøesgøta í Havn. Ein bilur, ið skuldi út av Tjaldursvegnum og út á RC Effersøesgøtu, koyrdi beint út fyri ein bil, ið kom niðan eftir RC Effersøesgøtu.
Stoyturin var harður, og síðan í bilinum, ið koyrdi út fyri, bleiv trýst inn.

Sat fastkleimdur í næstan ein tíma
Bilførarin bleiv fastur í bilinum, og neyðugt var at skera mannin leysan úr bilinum. Hetta tók drúgva tíð, og neyðugt var at klippa alt takið av bilinum. Í sambandi við ferðsluóhappi var eitt strekki av RC Effersøesgøtu stongt í nærum ein tíma í gjár, meðan arbeitt var við at fáa mannin leysan og rudda upp eftir óhappið.
Bilførarin á hinum bilinum var fluttur á sjúkrahúsið til kanningar, men bleiv útskrivaður aftur beinanvegin.
Fastkleimdi bilførarin varð eisini fluttur á sjúkrahúsið, men hvørki á sjúkrahúsinum ella á politistøðini ber til at fáa nakað at vita um støðuna hjá manninum. Bilurin hjá hesum manninum gjørdist vrak.