Stóri steinurin á myndini rullaði um dagarnar oman á vegin millum Hattarvík og Kirkju í Fugloy. Steinurin lá Undir Krossi, tey rópa, og hetta er líka sum Hattarvíkarmegin.
Tað var ein kvinna, sum kom koyrandi av Kirkju til Hattarvíkar, tá hesin steinurin var komin oman á vegin at liggja, soleiðis at hon í fyrsti syfti ikki slapp fram við honum. Sjálv sigur kvinnan, at hon fekk førkað steinin so mikið, at hon slapp framvið við honum.
In.fo gjørdi nokso fitt burtur úr júst vegnum millum Hattarvík og Kirkju í november í fjør. Við myndum varð víst á og skjalprógvað, at vegurin millum bygdirnar er í sera ringum standi.
- Tað er einki gjørt við vegin í nógv ár. Fyri umleið 20 árum síðan varð eitt lag av oljugrúsi lagt á vegin, og tá varð bilverja gjørd.
Fugloyingurin, sum In.fo skifti orð við, segði, at seinastu 20 árini er einki gjørt við vegin, og her hevur einki viðlíkahald verið.
- Gamaní eru onkrar holur fyltar upp, og okkurt rulluportur er tømt fyri mold. Nú halda vit, at tíðin er komin, at Landsverk tekur hond um henda vegin, segði fugloyingurin.
Í fleiri førum er bilverjan burtur og pelar, sum skulu tryggja bilverju og ferðslu, eru rotnir og brotnir. Á onkrum vegastrekki, har eingin bilverja er eftir, eru einir 200 metrar niður í sjógv.
- Onkustaðni er bilverjan koppað, og onkustaðni er hon bara tikin burtur, og einki er komið ístaðin, segði fugloyingurin við In.fo.