Noyddist sjúkur av vøllinum

Jákup á Borg kendi seg ikki vera væl fyri, og bað tí um at verða útskiftur

Leikaraprát

Tað mundi koma dátt við hjá føroysku áskoðarunum, at Jákup á Borg varð skiftur út tíðliga í seinna hálvleiki. Stutt undan hesum hevði hann tó verið eitt ørindi yvir móti føroyska beinkinum, og eftir dystin segði hann eisini, at hann hevði biðið um at verða útskiftur.
- Eg kendi meg ikki væl. Snøgt sagt. Longu fyri steðgin kendi eg tað, sum um øll megi var farin úr kroppinum, men eg valdi tó at nýta steðgin til at royna at koma fyri meg í. Tað var tó heilt skjótt, at beinini sýraðu til aftur, og so var einki at gera. Og havi tað framvegis ikki serliga gott í kroppinum, segði hann eftir dystin.
Eitt er, hvussu kroppurin hevði tað. Annað er, at sinnið - eins og hjá liðfeløgunum ? ikki hevði tað serliga gott.
- Ja, hatta var ræðuligt. At missa so nær fyri aðru ferð á rað. Men tá tað er sagt, so skulu teir eiga, at teir vóru óhugnaliga torførir at spæla ímóti. Hóast teir høvdu nógv fólk frammi, so høvdu teir samstundis sera gott tak á verjupartinum, og hvørja ferð eitt lítið hol var hjá okkum at spæla í, so megnaðu teir at tippa tað.
- Vit eiga ikki at gloyma, at hatta altso var eitt av teimum heilt stóru liðunum, sum vit spældu ímóti, men nú byrjar tað altso at líkjast einum keðiligum óvana, sum vit mugu sleppa av við. Altso hetta við at missa í evstu løtu, helt Jákup á Borg at enda.