Hóast FS Vágar kann koma at standa seg í deildini, um talan skuldi verið um tap í dag, so er hetta als ikki nakað, sum tey har vesturi ganga og hugsa um.
- Hjá okkum er tað av avgerandi týdningi at vinna. At HB møguliga vinnur á Sumba har suðuri kunnu vit als ikki taka okkum av. Orðini eigur Albert Ari Thomassen, liðformaður hjá FS Vágum.
Vágamenn komu sær fyri tveimum vikum síðani upp um niðurflytingarstrikuna, og har ætla teir sær at verða verandi.
Av fólki eru so at siga allir teir, sum hava verið við seinnu kappingarhálvu, tøkir. Undantakið er tó framvegis evnaríki Tór-Ingar Akselsen, sum enn ikki er komin seg eftir liðbandsskaða í fótinu.
Sostatt eru fortreytirnar undan dystinum so góðar sum tilber, og stendur tað liðformannin fara allir leikararnir at gera alt, teir eru mentir, til tess at tryggjað felagnum eina framhaldandi tilveru í fremstu deildini.
Kanska seinastu ferð
Stóri spurningurin undan dystinum tykist vera, hvussu uppsettir klaksvíkingarnir eru til dystin. Heiðursmerkjum kunnu teir neyvan náa hetta árið.
Einki er to at ivast í, at klaksvíkingar vilja enda árið á sømiligan hátt. Kanska er hetta einamest galdandi hjá liðskiparanum, Jan Joensen, sum møguliga spælir sín seinasta fyrstudeildardyst í dag. Ein lítil forðing tók seg upp, tá hann fekk ein snudd i andlitið undir venjingini hóskvøldið, men roknað verður tó við, at hann er tøkur í morgin.
Einasti maður, sum ikki er tøkur hjá Tomislav Sivic til dystin, er Rógvi Jacobsen, Hann er í hesum døgum í Noreg, har hann venur við hálvavegna føroyska liðnum í Sogndal. Í hansara stað verður væntandi Hjalgrím Elttør.
Stóri spurningurin hjá klaksvíkingum er tó, sum nevnt, um viljin til ein sigur er til staðar. Einki er at ivast í, at vágamenn fara at kýta seg alt tað, teir eru mentir, og gera klaksvíkingar ikki tað sama, lúrir vandin fyri einum tapi.









