Noyddir at venda gongdini – politisk framtíð í kallkyni?

Velja vit tað, vit altíð hava valt, fáa vit tað, vit altíð hava havt. Og tað hevur føroyska samfelagið ikki longur ráð til.

Metalmøði?
Í fyrstu formansrunduni á skíggjanum sóu vit nógvar menn, sum eftir óteljandi ár á tingi framvegis eru óførir at tosa um alt tað, teir skulu fremja. Hví hava teir ikki framt hetta fyrr? Tað er ikki tí, at teir ikki hava havt stundir til tess. Allir uttan Kári á Rógvi og Aksel Johannesen hava nemliga verið á tingi ella í landsstýrinum í útivið 14, 16, ja heilt upp í 18 ár. Tá teir hava sitið á tingi í so nógv ár, er tað ikki longur so sannførandi at hoyra teir tosa um alt tað, sum teir skulu gera, um teir verða afturvaldir.

2 valskeið
2 valskeið er hóskandi tíð at sita á tingi í senn. So kunnu fólk fara út aftur í samfelagið í eitt valskeið, fyri síðani at koma innaftur í kampin. Á henda hátt fæst fjølbroyttari og breiðari politisk umboðan, og vit sleppa av við livibreyðspolitikarar, sum í valskeið eftir valskeið taka ein sess, tí hetta er eitt ómakaleyst embæti.
Um regulin var, at hvørt umboðið sat í 2 valskeið, er góður møguleiki fyri, at eisini javnstøðan økist á tingi. Økt javnstøða á tingi er avgerandi fyri framtíðar politiskar raðfestingar, og harvið eisini fyri, hvussu fólkið fer at støðast í hesum landinum frameftir.