Noyddir at samráðast

Jóannes Eidesgaard heldur, at samgongan fær stórar trupulleikar, um hon ikki tekur upp samstarv við Javnaðarflokkin

? Jú, eg haldi, at vit hava fingið greiðar ábendingar um, at partar av samgonguni ynskja at samstarva við Javnaðarflokkin um broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya.

Hetta var svarið, tá Sosialurin í gjár spurdi formann Javnaðarfloksins, um hann heldur, at rákið undir aðalorðaskiftinum so líðandi ber móti einari breiðari semju, har Javnaðarflokkurin og samgongan ganga saman.


Innan ríkisfelagsskapin

Men Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við at fara til Danmarkar at samráðast um ein sáttmála, ið liggur uttanfyri ríkisfelagsskapin.

Jóannes Eidesgaard er væl nøgdur við tað, sum framsøgumenn Fólkafloksins hava borið fram undir aðalorðaskiftinum. Hann nevnir Óla Breckmann, løgmann og Bjarna Djurholm.

Jóannes Eidesgaard heldur nógv benda á, at hesir eru sinnaðir at finna eina semju, har Javnaðarflokkurin er við. Meðan Tjóðveldisflokkurin tykist heldur stirvin. Hann hevur sætt sær eina ætlan fyri, ið hann als ikki vil broyta, hóast tosað verður um at finna eina breiða semju.

Spurningurin er so, um Fræslur Felagsskapur er ein skipan, ið Javnaðarflokkurin kann taka undir við.

? Vit taka, eins og mangar ferðir áður sagt, undir við einari skipan, ið á ein ella annan hátt er innan fyri ríkisfelagsskapin. Vit vilja førka okkum móti samgonguni, men treytin er framvegis, at samráðast skal um eina avtalu, ið liggur innan fyri ríkisfelagsskapin.


Nógvar leiðir

Jóannes Eidesgaard heldur, at nógvir aðrir møguleikar fyri at broyta ríkisrættarligu støðu Føroya er, enn teir, ið nevndir eru í Hvítubók. Harafturat heldur hann, at Hvítabók avskrivar møguleikar, ið eftir hansara tykki veruliga eru møguleika, og sipar hann møguliga til frælsan felagsskap.

Tað eydnaðist ikki Sosialinum at fáa at vita, hvat Jóannes Eidesgaard fór at svara Bjarna Djurholm víðvíkjandi spurninginum, um Javnaðarflokkurin tekur undir við frælsum felagsskapi. Men, sum Sosialurin skilir, er í løtuni eitt sindur vent í holuni, tá tosað verður um ríkisrættarligu viðurskifti Føroya.

Tað tykist nevniliga, sum Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin alsamt dragast nærri eini semju um ríkisrættarligu viðurskiftini, meðan tað dregur sundur ímillum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin.

Undir orðaskiftinum fríggjamorgunin vístu bæði løgmaður og Óli Breckmann á, at ávís tjóðveldisfólk eru í so snævurskygd. Óli Breckmann fór eisini so langt, sum at siga, at Javnaðarflokkurin altíð er klárur at samarbeiða seriøst, meðan hetta ikki er galdandi fyri Tjóðveldisflokkin.