- Nógv økta vinnuvirksemið ger, at tørvurin á el-mátti í Sørvági er munandi øktur. SEV hevur tí fingið loyvi at seta tveir motorar upp í grótbrotinum í Sørvági at framleiða streym. SEV skal tryggja, at ljóðið frá motorunum heldur seg innan galdandi mørk.
Tað siga tey í Sørvágs kommunu í dag, og her verður lagt aftrat, at loyvið, sum kommunan hevur givið SEV, er galdandi í trý ár.
El-motorar og generatorar eru ikki ljóðleysir, men ljóðgreiningar, sum eru gjørdar, vísa, at ljóðið frá motorunum fer at vera innan galdandi markvirði. Tá framleiðslan av streymi fer í gongd, verða meira umfatandi ljóðkanningar gjørdar, og um neyðugt ber tá til at minka um møguligt óljóð.
- Báðir motorarnir eru settir upp í eystara enda av grótbrotinum. Teir eru royndarkoyrdir, men enn er ymiskt kaðalarbeiði eftir at gera, áðrenn framleiðslan av streymi kann fara í gongd.
Í Sørvágs kommunu siga tey, at nú arbeitt hevur verið í grótbrotinum, hevur kommunan eisini nýtt høvi at gera nýtt rekkverk í samband við ruskplássið, og í næstum verður eisini eitt nýtt portur sett í.
- Ætlanin er eisini at dagføra alt ruskplássið og betra um umstøðurnar hjá fólki at sleppa av við ruskið. Várið er í hondum, og fólk fara so smátt at fáast við havaarbeiði aftur. Í hesum sambandi verður eitt nú ein nýggj kvørn til greinar eisini sett upp á ruskplássinum í grótbrotinum, verður lagt aftrat.











