Noyðast at drepa laks undan lús

Á Faroe Farming í Suðuroy taka teir laks í løtuni eftir boðum frá myndugleikunum. laksurin hevur ov nógva lús

Á Faroe Farming í Suðuroy hava teir dripið laks við fullari ferð seinastu dagarnar.

 

Laksurin hevur ov nógv lús á og tí hava myndugleikarnir sett krav um at drepa laksin nú, heldur enn út á várið.

 

-Lúsirnar eru tættari enn kunngerðin gevur rætt til, so vit mug taka fiskin nú. Eftiir ætlan verða vit liðug um hálvan februar, sigur Egil Steintórsson frá Faroe Farming.

 

Tann laksurin, sum verður tikin í hesum døgum er beint undir fýra kio til støddar og tann fiskurin sum verður sendur norðeftir til at depa er beint undir fimm kilo.

 

-Hetta ger sjálvandi, at vit fáa eitt sindur minni fyri laksin, tí vit noyðast at taka hann tá ið hann er minni enn hann hevði verið í mai - og so hava vit sjálvandi færri kilo at selja, sigur Egil Steintórsson, stjóri.

 

At tey noyðast at taka fiskin nú ger, at sjálv framleiðslan verður rakt, so Faroe Farming noyðist at senda eini 30 fólk til hús í á leið eitt hálvt ár, tí laksurin er tikin fyrr enn ætlað. Talan er um at tka eini 1000 tons av laksi.

 

Lúsin er ein álvarslig plága fyri alingina í løtuni og lúsaplágan er eksploderað seinastu tvey-trý árini. Kynsbúnu lýsnar er fýrafaldaðar ít ali hesa tíðina.

 

Roynt verður at basa lúsini á ymiskan hátt, tí tað vísir seg, at kemisku evnini ikki longur bíta á lúsini. Bakkafrost avlúsar við Hans á Bakka, har laksurin verður koyrdur í ferskt vatn fyri at fáa lúsina av. Aðrastaðni brúka tey rognkelsi at fáa lúsina burtur við og eisini verða aðrar nýggjari metodur nýttar, sum eisini virka væl móti lúsini.

 

Tað er landsdjóralæknin, sum skal ansa eftir, at kunngerðin um lús verður hildin og landsdjóralæknin gevur eisni boð um, tá ið fiskur skal takast áðrenn tíð.